Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

Hóast tað hevur gingið væl í Norra hjá Jóannesi Bjartalíð seinastu tíðina, so eru tankarnir enn nógv í Klaksvík, har hann hevur fylgt væl við ævintýrinum hjá KÍ í summar. Nú vónar hann, at føroyska landsliðið kann brúka KÍ sum íblástur

Landsliðið 2023 seinna helvt

– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ.

Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið.

Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld.

– Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð.

Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini.

Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna.

– Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann.

Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð.

Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:

Landsliðið 2023 seinna helvt