Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lewandowski hartar sínar egnu

Tað er kreppa í pólska landsliðshópinum undan dystinum móti Føroyum. Liðskiparin hjá Póllandi, Robert Lewandowski, hevur undan hesari landsliðssamlingini havt samrøðu við pólskar miðlar, har hann finst at sínum egnu viðspælarum á landsliðnum fyri at hava vánaligan innstilling í landsliðshøpi. Eisini saknar hann sterkar persónligheitir á pólska liðnum

Landsliðið 2023 seinna helvt

(Varsjava, Pólland)

Pólski landsliðsvenjarin, Fernando Santos, er ikki komin væl frá byrjan í hesari EM-undankappingini, og nú, tá pólska landsliðið er samlað til avgerandi uppgávurnar móti Føroyum og Albania, er tvídráttur í pólska hópinum. Hetta, eftir at pólski liðskiparin, Robert Lewandowski, í sjónvarpssamrøðu við tveir pólskar miðlar, tveir dagar undan hesari landsliðssamlingini, hevur sett nøkur orð á 3-2 tapið fyri Moldova í juni mánaða, har hann millum annað finnist at innstillinginum hjá summum spælarum – serliga teir spælarar, ið eru nýggir á pólska liðnum, sum hann heldur ikki hava havt røttu innstilling til landsliðsuppgávurnar.    

Eisini ger pólski liðskiparin greitt í samrøðuni, at landsliðið manglaði spælarar, sum hava eina sterka persónligheit og ganga undan á vøllinum.

Lewandowski heldur eisini, at teir ungu spælararnir gera ov lítið við at spyrja teir royndu spælararnar um ráð. Og so leggur hann í sjónvarpssamrøðuni eisini eftir Łukasz Skorupski fyri at siga ósatt um eina orrustu, sum skal hava verið millum spælararnar og pólska fótbóltssambandið um býtið av bonuspengum í samband við HM-endaspælið í Katar.

Pólskir miðlar skriva, at portugisiski landsliðsvenjarin hjá Póllandi hevur roynt at bøtt um hetta við at taka tveir royndar spælarar út til hópin móti Føroyum og Albania, sum ikki hava verið við higartil í hesari undankappingini, tí portugisiski landsliðsvenjarin hevur úttikið 33-ára gamla Grzegorz Krychowiak og 35-ára gamla Kamil Grosicki, sum nú gera sítt “comeback” á pólska landsliðnum.

Royndu at reinsa luftina við at eta úti
Í samrøðu við størsta netítróttarmiðilin í Póllandi, sportowefakty, mánadagin kom Kamil Grosicki inn á, hví hann er úttikin til landsliðið hesa ferð.

Les eisini...  Føroyar fullu við æru

– Eg eri ein spælari við nógvum royndum, og eg fari at gera mítt til at hjálpa liðnum á vøllinum og uttanfyri vøllin. Úrslitini hava ikki verið góð seinastu tíðina, men tað ynski eg ikki at tosa um, tí eg var ikki partur av liðnum tá. Men vit eru væl fyrireikaðir til komandi uppgávurnar, sigur Grosicki við sportowefakty.wp.pl.

Í eini roynd at reinsa luftina í pólska landsliðshópinum, so var pólski hópurin úti og át á matstovu í pólska høvuðsstaðnum mánadagin – eitt tiltak, sum pólski málverjin Wojciech Szczesny hevði tikið stig til.

Í eini roynd at reinsa luftina og tosa um tingini, so var pólska landsliðið úti og át mánadagin í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava (Mynd: Instagram/Wojciech Szczesny)

Í gjár, týsdagin, hevði pólska landsliðið tíðindafund, har áleyparin Arkadiusz Milik svaraði spurningum. Pólskir miðlar vildu sjálvsagt hava meira at vita, hvussu stemningurin hevur verið í hópinum, eftir sjónvarpssamrøðuna hjá Lewandowski, men tað vildi áleyparin ikki rættiliga svara upp á – sjálvt um tað varð roynt at spyrja ofta um hetta. Svarið frá áleyparanum til miðlarnar var, at summi ting eiga at verða søgd í skiftingarrúminum, og ikki úti í almenninginum.

Hann vildi heldur ikki siga so nógv um, um landsliðið hevði brúkt løtuna, tá liðið var úti á matstovu og át mánadagin, til at reinsa luftina í hópinum, men bert tað, at Szczesny hevði tikið stig til hetta.

Hvat kom burturúr hesum átakinum mánakvøldið frá pólska málverjanum vita vit ikki, men undan landsdystinum millum Pólland og Føroyar hóskvøldið er greitt, at Pólland er nummar fýra í bólkinum við trimum stigum, meðan Føroyar eru á fimta og aftasta plássinum við einum stigi.

Les eisini...  Í dag byrjar G!
Landsliðið 2023 seinna helvt