Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Møguligur stuldur av kortupplýsingum frá nethandlinum hjá Skálki

Skálkur boðar frá, at teldusníkar hava tikið seg inn á nethandilin, og at kortupplýsingar hjá viðskiftafólkum møguliga eru stolnir

Tað er møguligt, at teldusníkar hava stolið kortupplýsingar hjá teimum, ið hava keypt á nethandlinum hjá Skálki í tíðarskeiðnum frá 28. August til 5. September í ár.

Hetta kunnar Skálkur á heimasíðuni, sum annars í løtuni er óvirkin.

Í einum boðum á heimasíðuni stendur, at nethandilin er óvirkin, og at óviðkomandi hava fingið atgongd til nethandilin hjá Skálki, og at hesi møguliga hava fingið atgongd til kortpplýsingar hjá teimum, ið hava keypt á nethandlinum í tíðarskeiðnum frá 28. August itl 5. September.

Haraftrat verður sagt, at tøkniserfrøðingar og bankaráðgevararnir viðmæla teimum, ið hava keypt á nethandlinum í tíðarskeiðnum, at sperra gjaldskortið beinanvegin og at bíleggja eitt nýtt ístaðin.

Skálkur sigur seg hava sett seg í samband við tey viðskiftafólk, sum mett verður kunnu vera rakt av hesum, og at útreiðslur í sambandi við nýtt gjaldskort verður endurrindað.

Harumframt sigur Skálkur, at nethandilin verður afturlatin, tí nýggj heimasíða er klár.