Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prime kann nú keypast í Føroyum

Prime hevur nú tillagað eina útgávu av leskidrykkinum til danska marknaðin, og hetta er lógligt at selja í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

Drykkurin Prime er nú til sølu í Føroyum, og av somu orsøk hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan fingið nógvar fyrispurningar um hendan drykkin, sum varð bannaður í Danmark fyrr í ár.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir á, at tvey sløg eru av Prime, har annað er ein orkudrykkur, meðan hitt er ein leskidrykkur.

Prime Enerhy er ein orkudrykkur, ið hevur ov høgt innihald av koffeini sambært danskari lóggávu, meðan Prime Hydratioin er ein leskidrykkur, ið hevur tilsett A-vitamin, sum ikki er loyvt sambært danskari lóggávu.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir tó á, at nú er ein tillagað útgáva av Prime Hydration latin á danska marknaðin, sum lýkur treytirnar fyri útílating av vitaminum og mineralum í matvørum.

Til dømis er einki A-vitamin latið útí, tí mett verður, at við vanligum donskum kosti fært tú longu ríkiligt av A-vitamin frammanundan.

Ov stórar mongdir av A-vitamin kunnu í longdini gera skaða á livrina.

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at hon heldur seg til danskar reglur á økinum, og sambært hesum reglunum kann danska útgávan av Prime seljast í Føroyum.