
– Fyrsti málsetningurin verður at halda nullið til hálvleiks, og so taka tað harfrá.
Soleiðis sigur 25-ára gamli høgri bakkurin hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen, nú hann er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð í gott og væl tvey ár, um stóru uppgávuna í kvøld móti Póllandi.
Hann hevur spælt í flestu evropeisku dystunum hjá KÍ í summar, men var sjúkur, tá KÍ tók ímóti Ferencvaros. Men hann hevur fingið nógvar stórar upplivingar í summar við KÍ, sum nú skal førast yvir til føroyska A-landsliðið.
– Úrslitini hjá KÍ í summar gevur ein trúnna upp á, at tað ber til at fáa úrslit móti øllum, sigur Jóannes Kalsø Danielsen.
Hoyr samrøðuna her:


