Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur galið við drekkivatninum í Tórshavnar kommunu

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í einum stórum parti av Tórshavnar kommunu, og mælt verður tí til at kóka vatnið

Enn einaferð er galið við drekkivatninum í Tórshavnar kommunu, og hesaferð er ein rættiliga stórur partur av kommununi raktur.

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Havn, Argjum, Nólsoy, Velbastað og Kaldbak.

Kommunan mælir borgarunum í raktu økjunum um at kóka vatnið, til onnur boð verða givin.

Í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak umfatar kókitilmælið allar bygdirnar í sínari heild, meðan kókitilmælið í Havn umfatar ein stóran part av Argjum og so at siga allan Vesturbýin.

Tórhavnar kommuna boðar frá, at vatnroyndir verða gjørdar aftur í dag, og at úrslitið av vatnroyndunum er klárt í morgin.