Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias: – Tað hevði verið størri fyri meg at fingið nakrar minuttir saman við Jóan Símuni enn at spælt ímóti Lewandowski

Høgi toftamaðurin hevur kanska havt eina heldur óvanliga yrkisleið sum fótbóltsspælari, men dámar væl at fara í holt við avbjóðandi avbjóðingar. Hann vónar, at tað fer at verða møguligt at sleppa spæla nakrar minuttir saman við eldra beiggja sínum

Landsliðið 2023 seinna helvt

– Miðlaáhugin hevur verið øgiligur, tá pólskir miðlar funnu útav, at ein føroyingur spældi í triðbestu deildini. Eg haldi, at eg havi tosað við einar átta journalistar seinastu tíðina um dystin og mína yrkisleið.

Tað sigur fjallhøgi toftamaðurin, sum ongantíð hevur spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum, Andrias Edmundsson, men heldur hevur spælt ungdómsfótbólt í Sunderland, í spanska Águilas FC og nú hevur skift til pólska liðið Chojniczanka Chojnice, sum spælir í triðbestu deildini í Póllandi.

– Skiftið hevur verið yvirraskandi gott. Hóast liðið spælir í triðbestu deildini í Póllandi, so eru allir spælararnir fulltíðarbundnir til at spæla fótbólt og arbeiða ikki við síðuna av, greiðir Andrias frá.

Persónliga hevur byrjanin hjá honum í felagnum verið svingandi, heldur hann sjálvur. Felagið er ikki byrjað væl í deildini, og so hevur 1,93 metrar høgi toftamaðurin fingið sítt fyrsta reyða kort í vaksnamannafótbólti.

– Eg kom ov seint inn í eina takkling í næsta dysti mínum fyri nýggja felag mítt, og so fekk eg mítt fyrsta reyða kort, sum kanska var eitt sindur býtt, men tað má eg bara læra av, sigur Andrias Edmundsson.

Tað er nógv fokus á pólska liðskiparan og framherjan, Robert Lewandowski, men Andrias hevur heldur eitt annað, ið hann hugsar um, enn at møta kenda Barcelona-framherjanum.

– Tað hevði verið størri fyri meg at fingið nakrar minuttir saman við Jóan Símuni, enn at spælt ímóti Lewandowski, sigur Andrias avgjørdur.

Hoyr Andrias seta orð á fyrstu tíðina í Póllandi, og hví hann hevur havt eina heldur øðrvísi yrkisleið sum fótbóltsspælari, enn teir flestu føroysku spælararnir:

Les eisini...  Haakon Lunov: Avrikið í fyrra hálvleiki var út av lagi vánaligt
Landsliðið 2023 seinna helvt