Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Her er byrjanaruppstillingin móti Póllandi

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Póllandi á PGE Narodowy-leikvøllinum í Varsjava

Landsliðið 2023 seinna helvt

(Varsjava, Pólland)

Væntandi verður nærum fullsett á risastóra leikvøllinum, PGE Narodowy-leikvøllinum í Varsjava, tá Pólland og Føroyar fara á vøllin nú klokkan 19:45.

Pláss er fyri umleið 57.000 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum, hevur atgongumerkjasølan gingið sera væl síðstu dagarnar. Tí kann væntast, at føroyska landsliðið fer at seta nýtt met, tá tað kemur at spæla frammanfyri størstu áskoðarafjøld. Gamla metið er 50.069 áskoðarar, tá Føroyar spældi á útivølli tann 2. september í 2006 móti Skotlandi á Hampden-leikvøllinum í Glasgow. Tann dystin taptu føroyingar 6-0.

Føroyska liðið kom til pólska høvuðsstaðin í gjár, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sendir á vøllin fyri byrjan.

Tað verður ein 5-4-1 liðuppstilling, sum Håkan og hansara hjálparvenjarar hava valt at brúka í kvøld.

Byrjanaruppstillingin sær soleiðis út:

(Føroyar – 5-4-1):

Mattias Lamhauge – Gilli Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson

Á bonkinum frá byrjan vera Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias Edmundsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Andrasson Olsen og Brandur Hendriksson Olsen.

Undan dystinum eru póllendingar á fjórða plássi í bólkinum við trimum stigum, meðan Føroyar hava eitt stig.

Landsliðið 2023 seinna helvt