Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Góður, góður, góður – Jørgen gjørdi hattrikk

Soleiðis plagdi abbi Jørgen, sum eisini æt Jørgen - Jørgen-bóndi - at siga, tá honum dámdi væl at síggja góð avrik á einum vølli. Við trimum málum frá Jørgeni Nielsen, so eydnaðist tað føroyska U21-landsliðnum at vinna 3-2 á útivølli móti Belarus

– Eg eri ótrúliga glaður fyri avrikið hjá liðnum í dag. Allir arbeiða hart, og vit halda okkum til ta ætlan, ið venjarin legði áðrenn dystin. Harafturat føldi eg ongantíð at sigurin var í vanda, sjálvt um teir høvdu bóltin meir enn vit, og fingu trýst okkum eitt sindur síðstu løtuna. Nú skulu vit bara njóta hetta eina løtu, og so er fult fokus á dystin móti Kroatia, sigur Jørgen Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Framherjin av Glyvrum – abbasonur Jørgen-bónda – gjørdist stóra hetjan á føroyska U21-landsliðnum, sum hósdagin vann 3-2 á útivølli móti Belarus. Her skal tó nevnast, at orsaka av krígsstøðuni í Ukraina, varð dysturin spældur í Armavir í Armenia.

Tá stórur hálvur tími var spældur legði Jørgen Nielsen Føroyar á odda, og beint eftir steðgin økti hann um leiðsluna. Men glyvramaðurin var ikki liðugur, og tá næstan ein tími var spældur royndi Jørgen seg við góðum skoti úr 20-25 metrum. Skotið var neyvt, og so var 3-0 til Føroyar, og sigurin var meir ella minni í hús.

Tað, ið eftir var av dystinum, royndu belarussar at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa tvey mál. Men nærri komu teir ikki, og tískil hava okkara dreingir trý týdningarmikil stig í viðførinum á heimferðini.

Næsta uppgáva hjá U21-landsliðnum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 12. september klokkan 18:00, tá Kroatia kemur á vitjan.

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hvítarusslandi (Mynd: Andrass Thomsen/fsf.fo)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo