Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jenis av Rana: – Hví senda vit “frísk fólk” av landinum til kynsviðgerð?

Jenis av Rana vil hava at vita, hvussu nógvir føroyingar seinastu árini eru hava fingið kynsviðgerð frá Center for kønsidentifikation, og hví vit yvirhøvur senda "frísk fólk" til hesa viðgerð

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, vil nú hava Margit við Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða frá, hvussu nógvir føroyingar seinastu fimm árini eru viðgjørdir fyri kynsskifti.

Í grein 52 fyrispurningi vísir Jenis av Rana á, at seinastu fimm árini eru 18 føroyingar sendir til danska Center for Kønsidentifikation til útgreining, og Jenis av Rana vil vita, í hvussu nógvum førum hetta endaði við antin skurðviðgerð ella hormonviðgerð.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jenis av Rana eisini á eitt bræv, ið foreldur hava fingið frá Landssjúkrahúsinum, har Landssjúkrahúsið undirstrikar, at talan er ikki um sjúku – hvørki fysiska ella sálarliga, og løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin vil tí eisini hava at vita, hví sjúkrahúsverkið sendir “frískar borgarar av landinum til sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar og metingar.”

Og lagt verður í hesum samanhangi í viðmerkingunum aftrat, at løgtingslógin um sjúkrahúsverkið, sum sjúkrahúsverkið verður stýrt eftir, og sum eisini umfatar víðarisendan av borgarum til útlond, einans umfatar sjúklingar.

Jenis av Rana vil tí eisini vita, í hvørjari lóg heimildin er at senda frísk fólk av landinum til skattgjaldarans rokning.

At enda vil Jenis av Rana eisini hava at vita, hvat hetta hevur kostað føroyska samfelagnum, og hvat kynsbýtið er millum tey, sum seinastu fimm árini eru send til Center for Kønsidentifikation.