Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: Leita eftir føroyskum tannáringi til hoyrispæl

Leikbólkurin Convoi Exceptionell leitar eftir einum føroyskum tannáringadreingi at tala inn forteljararøddina til eitt nýtt hoyrispæl, ið eftir ætlan skal á ferð við Listaleypinum næsta ár. FM1 hevði samrøðu við Miu Meyle, sum greiddi okkum frá, hvørjum leitað verður eftir

Í samstarvi við Listaleypin hevur Norðurlandahúsið bjóðað norðurlendska leikbólkinum Convoi Exeptionnel til Føroya næsta ár, har ætlanin er at framføra útvarpsleikin – ella hoyrileikin – Tú ert ein dagur í morgin.

Framvegis vantar kortini ein týdningarmikil partur av leikinum, og tað er sjálv forteljararøddin.

Leikbólkurin Convoi Exceptionell hevur tí sent út eitt sokallað open call, har leitað verður eftir einum føroyskum tannáringadreingi, sum skal tala inn forteljararøddina.

Mie Meyle, verkætlanarleiðari, var gestur í tíðindasendingini á FM1 á middegi, har hon greiddi frá, hvørjum tey leita eftir.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra samrøðuna.