Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Portugisiski venjarin hjá Póllandi rósti føroyingum

Kroysti landsliðsvenjarin hjá Póllandi, Fernando Santos, viðurkendi, at liðið hjá sær hevði trupult við at fáa mál móti stinnu føroysku verjuni

Landsliðið 2023 seinna helvt

(Varsjava, Pólland)

– Umsetaralurtitól eru her. Koyr á rás 2, so hoyra tit tíðindafundin á enskum.

Soleiðis segði vinaliga pólska kvinnan, sum tók ímóti tveimum hálvbleikum føroyingum, sum høvdu leitað sær til pólska tíðindafundin, fyri at finna útav, hvussu kroystur Fernando Santos nú er eftir landsdystin móti Føroyum hóast ein 2-0 sigur. Men illa gekk at fáa enska umsetaran í gongd, og tí hoyrdu báðir føroyingarnir einki til byrjanina av tíðindafundinum, og heldur ikki fyrsta spurningin, sum varð settur til Santos.

Men Arge-slagnum líkt, so fór tíðindamaðurin hjá Televarpinum eftir fryntligu kvinnuni, og spurdi hana, um enski umsetarin var til arbeiðis í kvøld.

Men so gekk tað skjótt. Eitt-tvey-trý, so var enskt í oyranum, og báðir føroysku tíðindamenninir kundu so fylgja við restina av pólska tíðindafundinum.

Fernando Santos viðurkendi, at liðið hjá sær hevði tað trupult at fáa mál móti stinnu føroysku verjuni.

– Eg má rósa føroyska liðnum, fyri at gera tað so trupult fyri okkum. Vit spældu ikki nóg skjótt, eins og vit vildu. Men eg haldi sjálvur, at tað sá betur út í seinna hálvleiki, helt pólski landsliðsvenjarin.

Undan dystinum móti Føroyum var pólski liðskiparin, Robert Lewandowski, úti og hartaði sínar spælarar, tí nógvar av teimum ikki høvdu víst nóg stóra persónligheit á landsliðnum, so sjálvandi fekk portugisiski venjarin hjá Póllandi ein spurning um júst hetta – um hansara spælarar vísti persónligheit í dystinum í kvøld.

– Eg haldi, at mínir spælarar vístu persónligheit – í mun til dystin móti Moldova í juni mánaða. Eg havi verið venjari í fleiri ár, og eg havi upplivað tílíkar dystir fyrr, men soleiðis er fótbóltur viðhvørt. Vit vistu, at vit skuldu vinna, og tí virkaðu mínir spælarar kanska eitt sindur fjálturstungnir í fyrra hálvleiki. Men eg haldi, at mínir spælarar vístu sterka persónligheit í seinna hálvleiki, og tað mugu vit byggja víðari upp á, sigur Fernando Santos við talsterku miðlarnar, ið eru komnir á tíðindafund á PGE Narodowy-leikvøllinum í Varsjava.

Les eisini...  Stjórnini – politikkur á skák

Eisini vísti EM-vinnarin frá 2016 á, at liðið hevur ment seg, men at tað enn er nógv, sum hansara lið skal arbeiða við.

– Hetta er bara mín fimti dystur sum pólskur landsliðsvenjari. Vit hava bara vant átta ferðirnar saman sum eitt lið, so vit hava ikki havt so góðar møguleikar at samanspæla eitt nýtt lið, sigur Fernando Santos og takkar fyri seg í kvøld.

Landsliðið 2023 seinna helvt