Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Veðurlags-aktivistar órógvaðu US Open hálvfinalu

Hálvfinalan í US Open millum Gauff og Muchova mátti steðgast í 45 minuttir, meðan veðurlagsaktivistar vórðu fluttir burtur frá stadion

Tað gerst alsamt meira vanligt, at veðurlagsaktivistar órógva stór ítróttartiltøk við veðurlagsmótmælum, og soleiðis var eisini til hálvfinaluna millum Coco Gauff og Karolinu Muchova í US Open í nátt.

Fyrst í øðrum setti mátti dómarin steðga dystinum, tí okkurt órógvaði frá ovastu áskoðaraplássunum. Tað var greitt, at talan var um fólk, sum róptu frá áskoðaraplássunum, men hesi áskoðaraplássini vóru so langt burturi frá vøllinum, at hvørki dómari, spælarar, venjarar ella viðmerkjarar skiltu, hvat gekk fyri seg.

Til tennis dystir skal vera friðarligt á áskoðaraplássinum, og tí varð avgerð tikin um at steðga spælinum, hóast órógvandi fólkini vóru rættiliga langt burturi, og bæði Gauff og Muchova sluppu av vøllinum og inn í skiftirúmið.

Tað gjørdist síðani greitt, at talan var um veðurlagsaktivistar frá felagsskapinum Extinction Rebellion, og at ein teirra hevði límað føturnar í gólvið.

Steðgurin vardi í umleið 45 minuttir, áðrenn Gauff og Muchova komu út aftur á vøllin.

Dysturin sjálvur endaði við, at Gauff spældi seg til sína fyrstu US Open finalu við einum sigri á 6-4 7-5. Í finaluni skal Gauff møta Arynu Sabalenka, sum í løtuni liggur nummar 1 á WTA styrkilistanum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at veðurlagsaktivistar hava steðgað spælinum til eina stóra tenniskapping. Til Wimbledon í juli mátti ein dystur steðgast, eftir at ein aktivistur rann inn á vøllin og tveitti við konfetti, og til Rod Laver Cup í fjør var ein veðurlagsaktivistur, ið rann inn á vøllin og setti eld á armin hjá sær.

Í fjør var eisini ein aktivistur, ið bant seg sjálvan til netið til hálfinaluna í French Open.