Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heðin Askham og Rói Olsen eru gestir í Fótbóltsskýlinum klokkan 16.05

Gestir hjá Petur Asbirni Lervig í sendingini Fótbóltsskýlið seinnapartin klokkan 16.05 í dag eru Heðin Askham og Rói Olsen. Til umrøðu vera avrikini hjá A-landsliðnum og U21-landsliðnum móti Pólandi og Belarus, og komandi dystirnir hjá A-landsliðnum móti Moldova og hjá U21-landsliðnum móti Kroatia. Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast til nummar 559999.