Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpsstjórin heldur fram

Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur gjørt av at leingja sáttmálan við sitandi stjóra við tveimum árum


Ivan Hentze Niclasen varð áramálssettur sum stjóri í oktober 2018 við sáttmála til oktober 2023.
Við áramálssettum stjórum hjá tí almenna er møguligt at leingja sáttmálan eina ferð, og tað hevur stýrið valt at gjørt.
Samstarvið við Ivan Hentze Niclasen hevur verið sera gott hetta seinasta hálva árið, síðani nýggja stýrið fór til arbeiðis.
Kringvarpið fer í næstum gjøgnum eitt tíðarskeið við fleiri alneyðugum broytingum – eitt sera spennandi tíðarskeið, sum kortini setur avbjóðingar til tøkni og talgilda framleiðslu.
Stýrið sær í hesum sambandi stórar fyrimunir við at halda fram við samstarvinum við Ivan Hentze Niclasen.