Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein starvssetan í Kringvarpinum er kærd

Fanst í umsóknini at einum starvsfólki, sum seinni sæt í setanarbólkinum

Herfyri varð lýst eftir nýggjum fólki til Mentanardeildina hjá Kringvarpi Føroya.

17 umsøkjarar vóru til starvið, men ein av hesum hesum hevur nú kært starvssetanina, tí kærarin metir, at eitt starvsfólk í setanarbólkinum hjá Kringvarpinum hevur verið ógegnugt.

Tað skrivar VP.fo.

Í umsóknini til starv á Mentanardeildini, skrivaði umsøkjarin, sum sambært Vágaportalinum er ein royndur dokumentaristur og miðlafólk, sína hugsan um summi fólk á deildini, tí hesi nevndu fólkini, eftir hansara tykki, ikki liva upp til kvalitetskrøvini hjá Kringvarpi Føroya.

Tá so viðkomandi var til samrøðu til starvið, so vísir tað seg, at eitt av hesum fólkum hevur fingið sess í setanarbólkinum.

Tí metir umsøkjarin, sum hevur kært, at hetta fólkið er ógegnigt til at vraka kritiska umsøkjaran.

Setanarbólkurin hevur innstillað Elina Mirjamsdóttir, sum frammanundan er í øðrum starvi í KvF. Meðan stjórin í Kringvarpinum, Ivan Niclasen, hevur tikið endaligu avgerðina um at seta Elina í starv í Mentanardeildini.

Kári Sólstein, Jónfinn Stenberg, Dagmar Joensen-Næss og Jákupa Mikkelsen vóru í setanarbólkinum til starvið, skrivar Vágaportalurin.