Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elians Sonur – nýggj poddvarpsrøð í Kringvarpinum

Í fimm pørtum tosar Høgni Mohr við bilmekanikaran Ragnar Winther Eliansson úr Sørvági um kvalifiseraðar meiningar, kommunalt inntriv, kríggj, kærleika, krúnukrím, frælsi og annað

“Elians Sonur” er útvarpsrøðspentalogi, tað vil siga ein røð í fimm pørtum. 

Ragnar Winther Eliansson (f. 1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024.

Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð.

Røðin verður í útvarpinum síðst í hesum mánaðinum, men liggur longu nú tøk sum poddvarp á KVF Ljóð. Tú finnur hana her