Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gesturin í Home & Away í dag er úr Póllandi

Í dag kl. 14.00 verður Home & Away á FM1.

Home & Away er ensk sending, sum Stella Zachariassen er vertur á og hevur hon havt hesar sendingar síðani 2015.

Endamálið við hesum sendingum er at varpa ljós á tilflytarar, sum koma til Føroyar; um teirra upplivingar í heimlandinum og um fyrimunir og vansar at flyta til Føroya. Eisini at gera tað lættari hjá føroyingum at skilja hvørjum mentanum hesi koma frá og koma at kenna hvørji tey eru.

Gesturin í sendingini í dag, sum er beinleiðis kl. 14.00, er úr Póllandi. Í løtuni lesur hon á Fróðskaparsetri Føroya umframt at hon arbeiðir niðursetta tíð á ellisheimi.

Gestirnir, sum hava verið í Home & Away eru úr ymsum londum í heiminum og fleiri sendingar finnast á fm1 heimasíðuni.

Lurtið við – mánadagar kl. 14.00 – beinleiðis á fm1