Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum

Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør

Fólkatalið heldur fram við at vaksa. Tann 1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør.

Árligi vøksturin seinasta árið kom upp á 1,2 prosent, eftir at hava ligið um 1,1 prosent í nakrar mánaðar.

Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt. Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 197 fólk og eini nettoflyting á 444 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at seinasta árið var lítil vøkstur í burðaravlopinum og lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið.

august

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðarnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað – eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí inntil víðari at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

Burðaravlopið veksur

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. 

Les eisini...  Miðil: Avtala komin upp á pláss

Ikki-danskir ríkisborgarar fleiri í tali

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Harafturímóti er talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, vaksandi. 86 prosent av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum síðstu tvey árini, høvdu annan ríkisborgaraskap enn danskan. Broytingin sæst aftur í myndini niðanfyri. 

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum.

Í nøkrum bygdum setir fólkatalið met mánaða fyri mánaða. Eitt nú kann nevnast, at fólkatalið á Toftum og á Strondum er farið upp um 1.000, og at fólkatalið í Syðrugøtu hevur rundað 500 fyri fyrstu ferð.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. aug. 2022 og 2023. 
 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

aug 2022 – aug 2023

 augustmunur
 20222023persónar%
Tilsamans54.09754.7386411,2
Fugloyar kommuna394237,7
– Hattarvík1013330,0
– Kirkja292900,0
Viðareiðis kommuna348345-3-0,9
– Viðareiði348345-3-0,9
Hvannasunds kommuna416429133,1
– Depil253150,0
– Hvannasund24825241,6
– Múli000
– Norðdepil16316963,7
– Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3995.488891,6
– Klaksvík5.0075.092851,7
– Árnafjørður656723,1
– Norðoyri15916342,5
– Ánirnar5749-8-14,0
– Mikladalur252614,0
– Trøllanes1716-1-5,9
– Svínoy293126,9
– Húsar343738,8
– Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14615153,4
– Haraldssund6572710,8
– Kunoy8179-2-2,5
Fuglafjarðar kommuna1.6261.637110,7
– Fuglafjørður1.6141.625110,7
– Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2962.293-3-0,1
– Leirvík1.0441.04400,0
– undir Gøtueiði3532-3-8,6
– Gøtugjógv5753-4-7,0
– Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
– Norðragøta666660-6-0,9
– Syðrugøta490500102,0
Nes kommuna1.4791.540614,1
– Nes, Eysturoy36737692,5
– Saltnes151161106,6
– Toftir9611.003424,4
Runavíkar kommuna4.3234.389661,5
– Oyndarfjørður136130-6-4,4
– Elduvík1115436,4
– Funningsfjørður6159-2-3,3
– Æðuvík10897-11-10,2
– Glyvrar448472245,4
– Lamba157155-2-1,3
– Rituvík328340123,7
– Runavík592582-10-1,7
– Saltangará1.1231.168454,0
– Skipanes545511,9
– Søldarfjørður362354-8-2,2
– Lambareiði911222,2
– Skála750765152,0
– Skálafjørður13313853,8
– Funningur5148-3-5,9
Sjóvar kommuna1.1611.207464,0
– Innan Glyvur8885-3-3,4
– Kolbeinagjógv2936724,1
– Morskranes3126-5-16,1
– Selatrað404337,5
– Strendur9731.017444,5
Eiðis kommuna792811192,4
– Eiði711722111,5
– Ljósá343738,8
– Svínáir4752510,6
Sunda kommuna1.8381.856181,0
– Norðskáli33033000,0
– Oyrarbakki172168-4-2,3
– Oyri169179105,9
– Gjógv2329626,1
– Haldórsvík119116-3-2,5
– Langasandur4643-3-6,5
– Tjørnuvík4746-1-2,1
– Saksun1011110,0
– Hvalvík26226310,4
– Nesvík000
– Streymnes323336134,0
– Hósvík337335-2-0,6
Tórshavnar kommuna23.01223.3153031,3
– Kollafjørður827821-6-0,7
– Oyrareingir4138-3-7,3
– Signabøur15115210,7
– Argir2.5012.533321,3
– Tórshavn13.91414.1522381,7
– Kaldbak255251-4-1,6
– Kaldbaksbotnur8800,0
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes9910788,1
– Hoyvík4.6144.656420,9
– Norðradalur109-1-10,0
– Syðradalur, Streymoy98-1-11,1
– Kirkjubøur8577-8-9,4
– Velbastaður251263124,8
– Hestur1715-2-11,8
– Koltur000
– Nólsoy229224-5-2,2
Kvívíkar kommuna607601-6-1,0
– Kvívík39939900,0
– Leynar112111-1-0,9
– Skælingur131300,0
– Stykkið333526,1
– Válur5043-7-14,0
Vestmanna kommuna1.2611.286252,0
– Vestmanna1.2611.286252,0
Vága kommuna2.1722.191190,9
– Sandavágur9931.027343,4
– Miðvágur1.1381.122-16-1,4
– Vatnsoyrar414212,4
Sørvágs kommuna1.2501.25000,0
– Sørvágur1.1481.15020,2
– Bøur7471-3-4,1
– Gásadalur131300,0
– Mykines151616,7
Skopunar kommuna46546940,9
– Skopun46546940,9
Sands kommuna521539183,5
– Sandur521539183,5
Skálavíkar kommuna13213532,3
– Skálavík13213532,3
Húsavíkar kommuna10798-9-8,4
– Dalur3529-6-17,1
– Húsavík6259-3-4,8
– Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3932-7-17,9
– Skúgvoy2927-2-6,9
– Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna668650-18-2,7
– Hvalba600584-16-2,7
– Sandvík6866-2-2,9
Tvøroyrar kommuna1.7761.770-6-0,3
– Froðba290284-6-2,1
– Trongisvágur543529-14-2,6
– Tvøroyri859871121,4
– Ørðavík2824-4-14,3
– Ørðavíkslíð5662610,7
Fámjins kommuna8279-3-3,7
– Fámjin8279-3-3,7
Hovs kommuna10310411,0
– Hov10310411,0
Porkeris kommuna329323-6-1,8
– Porkeri329323-6-1,8
Vágs kommuna1.3611.379181,3
– Vágur1.3611.379181,3
Sumbiar kommuna349329-20-5,7
– Lopra8471-13-15,5
– Sumba252246-6-2,4
– Víkarbyrgi000
– Akrar1312-1-7,7

Kelda: Hagstova Føroya