Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høgt at flúgva – djúpt at falla

Týski landsliðsvenjarin Hansi Flick er koyrdur

Týska fótbóltssambandið hevur givið landsliðsvenjaranum hjá monnum, 58 ára gamla Hansi Flick, fótin nú Týskland, sum er vertur fyri EM 2024, spældi venjingardyst móti Japan í Týsklandi leygardagin og tapti heili 1-4.

Tað hevur altíð verið á mannamunni at har týskarar eru uppi í – har vinna teir í fótbólti. Soleiðis hevur tó ikki verið síðani teir vunnu HM í Brasil í 2014, tá teir í semifinaluni knústu vertstjóðina av við heili 7-1. Síðani tá hevur bara gingið niður á bakka.

HM 2018 var ein katastrofa tá týskarar ikki megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaspælinum til seinastu 16 og tá táverandi týski venjarin Joachim Löw fór frá hildu nógv at nú kom vend í tá týska fótbóltssambandið í 2021 setti Hansi Flick, sum var venjari hjá Bayern München og sum hevði vunnið alt, sum vinnast kundi við Bayern, sum venjara. Hann skrivaði undir ein 3 ára sáttmála har hann skuldi verða venjari hjá landsliðnum til EM 2024.

Tað gekk eisini gott fyrstu 8 dystirnar hjá Flick og týska landsliðnum, men so kom vend í og síðani tá hevur tað ikki gingið gott. Seinastu 17 dystirnar hevur hann bert ført Týskland til 4 sigrar.

Týskland megnaði heldur ikki at spæla seg víðari í Qatar og nú tá Týskland er vertur fyri EM 2024, so spæla teir fleiri venjingardystir og leygardagin kókaði yvir hjá týska fótbóltssambandinum tá Týskland við Flick á odda tapti heili 4-1 móti Japan.

Uppstillingin var tó á hægsta støðið so her er onkur onnur broyting, sum skal til.

Júst nú er tað so Rudi Völler saman við 2 øðrum, sum stendur á odda fyri týska landsliðnum, sum skal spæla venjingardyst móti Fraklandi týsdagin 12. september. Tó verður tosað um at tað kann verða Julian Nagelsmann, fyrrverandi venjari hjá Bayern München, sum fær sessin, sum landsliðsvenjari.