Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskir myndugleikar heldur ikki kunnaðir

Danski verjumálaráðharrin hevur nú svarað Sjúrð Skaale um flúgvingina hjá einum Hercules flogfari kring oyggjarnar tann 5. august í ár

Danskir myndugleikar vóru heldur ikki kunnaðir um flúgvingina hjá einum amerikonskum hernaðarflogfari av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir millum annað Skálafjørðinum og Havnini.

Tað stendur at lesa í aftursvari til fyrispurning frá Sjúrð Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin.

– Amerikonsk hernaðarflogfør hava diplomatiskt loyvi til at flúgva í føroyskum loftrúmi, og formelt liggur avgerðin at nokta ella loyva hernaðarflogførum atgongd ikki hjá føroyska uttanríkismálaráðnum. Landsstýrið hevur tó ynskt at fáa kunning um møguligar yvirflúgvingar. Føroyskir myndugleikar og Arktisk Kommando høvdu tó heldur ikki fingið boð, stendur at lesa í aftursvarinum frá danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.

Sambært svarinum, so hevur danska verjumálaráðið samskift við amerikonsku sendistovuna í Danmark, sum upplýsir, at mannagongdir framyvir verða herdar hesum viðvíkjandi.

Svarið frá danska verjumálaráðharranum kann lesast her.