Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggi skannarin verður ikki tikin í nýtslu í ár

Um alt gongur sum ætlað, verður nýggi MR-skannarin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi bílagdur áðrenn ársskiftið. Men fyrsti sjúklingurin verður ikki skannaður fyrr enn í næsta ár

Um alt gongur sum ætlað, verður nýggi MR-skannarin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi bílagdur áðrenn ársskiftið. Men fyrsti sjúklingurin verður ikki skannaður fyrr enn í næsta ár.

Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum vildi vita, hvør støðan er við skannaranum, og nær hann væntandi verður tikin í nýtslu.

Margit Stórá sigur, at málið verður lagt fyri løgtingið í næstum sum útreiðsluneutral umbøn um eykajáttan, og at høli eru funnin til vega á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið egna seg til at húsa skannaranum.

Nakrar umbyggingar skulu kortini gerast, áðrenn skannarin kann fáast inn á sjúkrahúsið, og hesar umbyggingarnar eru klárar at bjóða út.

Landsstýriskvinnan sigur eisini, at tá hon hevur fingið játtandi svar frá løgtinginum, kann hon geva sjúkrahúsinum boð um, at klárt er at bíleggja skannaran.

Veitingartíðin er kortini 14 til 17 vikur, og tað tekur um seks vikur at seta skannaran upp. Harumframt sigur Sjúkrahúsverkið, at innkoyringin av skannaranum tekur væntandi fýra vikur.

So samanlagt tekur tað millum 24 og 27 vikur frá tí at skannarin er bílagdur, til hann kann takast í nýtslu, og tá eru vit komin inn í nýggja árið.