Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsins umboðsmaður heldur fram at geva Runavíkar kommunu átalur

Tað gongur striltið hjá Runavíkar kommunu at geva innlit í mál. Nú fær kommunan enn eina átalu

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum borgara, ið hevði klagað Runavíkar kommunu fyri ikki at geva rættstundis svar upp á innlitsumbøn, og fyri ikki at geva nakra kunning um, hví málið ikki kundi avgreiðast rættstundis.

Innlitsumbønin varð send kommununi 20. mai í ár, men kommunan svaraði ikki umbønini um innlit fyrr enn 7. juli. Heldur ikki fylgdi nøkur kunning um, hví málið ikki kundi avgreiðast innan tíggju dagar og hví.

Tann 8. juli 2023 sendi klagarin eitt avrit av svari til Løgtingsins umboðsmann, sum hann hevði fingið 7. juli 2023 frá Runavíkar kommunu uppá innlitsumbønina.

Tá freistin hjá Runavíkar kommunu at svara var farin, og Løgtingsins umboðsmaður ikki hevði frætt frá Runavíkar kommunu, sendi umboðsmaðurin tann 16. august eina áminning til kommununa um at lata sær umbidnu frágreiðing og skjøl um málið.

Tann 18. august 2023 svarar Runavíkar kommuna:

” … hevur 7. juli fingið innlit í øll skjøl, sum hann hevur biðið um, men tíverri ikki til tíðina – Skjølini eru viðheft hesum telduposti. Einasta orsøk til at málið ikki er svarað, er at umsitingin ikki hevur havt stundir til at avgreiða hetta áðrenn summarferiuna – hetta áttu vit sjálvandi at havt fráboðað, men tað er tíverri ikki gjørt.“

Umboðsmaðurin vísir á, at tá ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan tíggju dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Tá umboðsmaðurin bað um frágreiðing og skjølini í málinum, svaraði kommunan heldur ikki rættstundis, og tí var tað neyðugt at senda eina áminning fyri at fáa svar sum umbiðið.

Les eisini...  STJÓRNIN nr 36 - Tilbúgvingin í samband við vanlukkur á sjónum og haldførið í búskapinum

Umboðsmaðurin gevur tí Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum.