Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smyril Line hevur keypt Seagard

Smyril Line hevur keypt skipið Seagard, og tá tað kemur í flotan skal tað eita Glyvursnes

Smyril Line boðar í morgun frá, at reiðaríið hevur keypt farmaskipið “Seagard” frá finska reiðarínum Bore Ltd.

Seagard er eitt sokallað Ro-Ro skip, sum merkir, at farmur verður koyrdur umborð og av skipinum, heldur enn at verða lastað við krana.

Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar komandi ár, og tá fær tað navnið “Glyvursnes”.

Seagard varð bygt á skipasmiðuni Sietas í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.

Tá Seagard – ella Glyvursnes – er yvirtikið, verður tað sett í regluliga sigling á rutuni, sum Mistral røkir í dag – tað er millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.

Tá Glyvursnes er komin aftrat, eru tilsamans seks skip í flotanum hjá Smyril Line.