Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

– Ábyrgdarleyst at burturvísa so nógvar næmingar uttan prógv

Í gjár komu vit við søguni um teir burturvístu næmingarnar á Glasi, umframt teirra brot á skilhaldsreglurnar. Nú hevur eydnast okkum at fingið viðmerking frá Jóhonnu Súnadóttir Pedersen, limi og virkandi forkvinnu í næmingaráðnum á Glasir

(Dagføring: Síðan hesa greinina er greitt, at talan er um, at nakrir næmingar hava mist rættin at vera til undirvísing í nakrar dagar – og ikki um endaliga burturvísing, sum yvirskriftin kann geva ábending um.)

Hóast næmingarráðið ikki enn er valt fyri skúlaárið 2023/24, so er eitt virkandi næmingarráð. Tað eru tey, ið vóru í ráðnum í fjør, men áhaldandi eru í gongd við at taka útbúgving á Glasi. Vit hava fingið fatur á Jóhonnu Súnadóttir Pedersen, limi í næmingarráðnum.

Burturvísing av so mongum næmingum
Tá vit fáa søguna at vita frá eini keldu, verður upplýst, at talan er um einar 40 næmingar. Umframt hesa kelduna, hava vit eisini tosa við eitt foreldur, ið sigur okkum, at tað eru væl omanfyri 40 næmingar, ið talan er um.

Í gjárskvøldið fingu vit fatur í Unu Joensen, rektara á Glasi, og hon afturvísur tí, at tað er talan um 40 næmingar. Rektarin kemur tó ikki inná, hvussu nógvir næmingar talan er um. Tá vit tosa við Jóhonnu, sum er limur í næmingarráðnum, kallar hon tað nógvir næmingar, sum eisini tykist vera skilabest í hesum førinum.

Les eisini: Næmingar á Glasi burturvístir – foreldrini mótmæla

Ábyrgdarleyst og skeift av leiðsluni á Glasi
Jóhanna leggur ikki filtur á og sigur tí:

– Tað er ábyrgdarleyst og skeivt av leiðsluni, at burturvísa so nógvar næmingar, uttan at veita nakað sum helst prógv fyri, hvørt næmingarnir vóru við til at gera straffbarlistan ella ikki, sigur hon.

Straffbarlistin varð kastaður oman av ovastu hædd á Glasi, soleiðis at øll sóu pappírini falla. Straffbarlistin er ein listi, har næmingar á síðsta ári, siga nøkur niðrandi ting um yngri næmingar og tað mótsatta kynið. Tað verða útvaldur nakrir næmingar úr hvørjum flokki, umframt lærarar og “Best of the Rest”, sum vit eisini vístu á í gjárskvøldið.

Les eisini...  Drotningin sigur drotningaheitið frá sær

Tekur frástøðu frá tí
Tá vit koma til hugsanina hjá næmingarráðnum um hetta málið, er Jóhanna tó púra greið. – Eg haldi tó, at straffabarlistin er blivin til happing á einum grovum og ringum støði. Hetta eigur ikki at ganga fyri seg á Glasi.

FM1 fylgir gongdini. Enn hava fleiri partar í málinum til góðar, at svara okkara fyrispurningum.