Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjarni Hammer vil vita, nær tunnilin kemur

Bjarni Hammer sigur, at suðuroyingar ótolnast eftir at vita, nær verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin verður lagdur fyri tingið, og hann spyr tí løgmann, nær hetta verður

Suðuroyingar eru farnir at ótolnast eftir, nær verklagslógin fyri komandi Suðuroyartunnil verður løgd fyri tingið, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum av somu orsøk hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni, fyrispurning um hetta sama.

Tað er einki mál, sum hevur størri týdning fyri suðuroyingar enn komandi suðuroyartunnilin, sigur Bjarni Hammer og leggur í hesum sambandi aftrat, at tunnilin er framtíðin fyri oynna og einasti vegur at fáa atgongd til allan arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum.

-Fólkið og vinnan í oynni ynskja ikki betri sømdir enn onnur í Føroyum – men somu sømdir, sigur Bjarni Hammer.

Bjarni Hammer vísir eisini á, at fólkatalið í Suðuroy er minkað, samstundis sum at fólkatalið í restini av landinum er vaksið, og at Føroyar haba ikki ráð til at lata 10 prosent av Føroya fólki sigla sín egna sjógv.

-Fólk, sum enn búleikast í oynni, meta Suðuroynna hægri enn nakað annað. Møguleikarnir í oynni eru óendaliga stórir og vil tað verða sjón fyri søgn, tá tunnilsarbeiðið byrjar. Tá vil framburðurin eisini røkka Suðuroynni til gagns fyri allar Føroyar, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.