Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluátøk kring landið – fimm fingu bót

Í gjár var løgreglan og kannaði ferðsluna í Suðuroy og ymsastaðni í meginøkinum. Og so er løgreglan eisini farin í hernað móti ólógligum prutlum. Her er tað seinasta frá døgnrapportini

Løgreglan hevur nøkur átøk nú um dagarnar, har ferðslan verður kannað, millum annað við skúlar, nú nýtt skúlaár er byrjað, og nú sær heldur frægari út, sigur vakthavandi á politistøðini, men hesi átøk halda fram, slær hann fast.

Men løgreglan hevði svørtu bók frammi í gjár í samband við ferðslukanningar í Suðuroy, og eisini ymsastaðni í meginøkinum.

Fýra bilførarar hava fingið bót upp á 1.000 krónur fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan koyrt var.

Vesturi í Vágum bleiv ein bilførari tikin fyri at koyra 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman. Hetta kostar honum eina bót upp á 2.000 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Í hernað móti ólógligum prutlum
Herfyri varð eitt videobrot deilt á sosialum miðlum, har ein motorsúkkla hjá løgregluni eltir ein ungan mann á einum prutli í Sandavági.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at Føroya Politi nú fer í hernað móti ólógligum prutlum, ið órógva seint á kvøldi og um náttina.

Átakið móti ólógligum prutlum merkir, at løgreglan systematiskt fer at vitja bygdir og kanna prutl á staðnum, fyri at vita um hesi er í ordan – og millum annað ikki eru tunaði.

Eisini fer løgreglan at kanna ferð á prutlum, og har fer hamarin at sláa hart beinavegin, tí verður eitt prutl tikið fyri at koyra ov skjótt, so verður nummarplátan tikin av, og eigarin má tí fara ein túr á Akstovuna, fyri at fáa alt hetta í rættlag aftur.