Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ójavnin er minni í Føroyum enn øðrum Norðurlondum

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í Føroyum er lønarójavnin minni enn aðrastaðni í Norðurlondum

Ójanin er minni enn í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum og í ES.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Ójavni verður ofta máldur við gini-talinum og við fimtingslutfallinum, og fyrraárið var gini-talið í Føroyum 21,0 samanborið við 21,1 árið fyri.

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku, og um øll hava somu inntøku, er gini-talið 0. Hevur eitt húski hinvegin alla inntøkuna í samfelagnum, er gini-talið 100.

Í Danmark er gini-talið 31,3, í Norra er tað 27,9 og í Svøríki 26,8.

Í Grønlandi er gini-talið rættiliga høgt; har er tað 34,0. Í ES er gini-talið 30,1.

Eitt annað mát fyri ójavna er fimtingslutfallið, ið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborið við lægsta fimtapartin. Í Føroyum hevur ovasti fimtiparturin 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtiparturin.