Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Simona Halep fingið fýra-ára leikbann fyri doping

Simona Halep hevur fingið fýra ára leikbann fyri doping. Halep sigur seg kortini vera óseka og ætlar at kæra til CAS

Rumenska Simona Halep, ið er tvífaldur grand slam meistari, hevur fingið fýra ára leikbann fyri positiva doping test.

Ein óheftur dómstólur gjørdi av, at 31-ára gamla Halep var sek í at hava forbrotið seg móti doping leiðreglunum við vilja, og avgerðin merkir, at Halep sleppur ikki at luttaka í kappingum aftur, fyrr enn hon er 35 ára gomul.

Halep varð suspenderað seint í fjør, eftir at blóð hennara vísti leivdir av evninum Roxadustat til US Open, umframt at óreglusemi var við hennara biologiska passi í fjør.

Halep vildi vera við, at Roxadustat leivdirnar vóru ein avleiðing av at hava tikið annan heiligvág, ið var “dálkaður” við Roxadustat, men at óreglusemi í hennara biologiska passi var við vilja.

Halep hevur allatíð vilja verið við, at hon er ósek, og nú úrskurðurin er lisin, ætlar hon at kæra til ítróttardómstólin CAS.

Simona Halep hevur vunnið bæði US Open og Wimbledon, men avleiðingin av ikki at sleppa at spæla professionelt tennis í fýra ár, samstundis sum at hon verður 35 ár, tá bannið er av, merkir uttan iva, at Halep ongantíð aftur verður at síggja við einum grand slam meistaraheiti.