Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einaferð ráddu danir her?

Í longu søguni um hjálond má sigast at Danmark ikki hevði nógv at gera í Asia. Sigast má at tað eru faír naval commandindarir og møguliga enn færri danir, sum kenna til danska økið, sum teir ráddu yvir í India frá 1620 til 1845.

Í suður India liggur lítli og nú lítið áhugaverdi býurin Tharangambadi, ella Tranquebar, sum danir kallaðu hann og liggur hann við eysturstrondina av India. Býgurin liggur 120 km sunnanfyri Puducherry og finnast enn spor eftir danska stýrið.

Balaji Srinivasan/iStockphoto/Getty Images

Grundin til at danir kallaðu býin Tranquebar var tí at teir ikki kláraðu at úttala navnið Tharangambadi, so tað bleiv bara til Tranquebar, sum merkir “landið við syngjandi aldum”.

Tað var 23 ára gamli herflotaovastin Ove Gedde, sum legði frá landið úr Lissabon, Portugal, í novembur mánaða í 1618 undir flagginum hjá Danish East India Company. Christian Kongur tann 4 fíggjaði hesum. Ætlanin var at hjálpa Keisaranum á Ceylon (nú Sri Lanka), sum var álopin av portugisum, og skaffa handilsavtalu millum Ceylon og Danmark.

Tá Gedde kom á mál í 1620 eftir ein sera truplan túr runt um Cape of Good Hope har hann nú hevði mist 2/3 av sínum 300 hermonnum antin fyri sjórænarum ella vegna sjúku, høvdu portugisar fult ræði á Celyon.

Skuffaður av miseydnaðu uppgávuni løgdu Gedde og flotin, sum var 3 skonnartir og 2 fregattir, seg uttanfyri býin Tharangambadi. Her skundaði Gedde sær at gera eina avtalu við indiska leiðaran, sum eisini var sera ungur, og leigaði jørð og fekk einastandandi góðar handilsavtalur í lag fyri 3000 INR ella uml. 260 kr. um árið.

So við hesum, í 1620, 2 ár eftir at Gedde legði frá landi, bleiv Tranquebar verðuleiki. Teir byrjaðu at byggja ein skansa niðri á strondini, sum teir kallaðu Dansborg og sum skuldi hýsa fyrstu donsku íbúgvunum har.

Meira kann lesast her á CNN: https://edition.cnn.com/travel/tranquebar-denmark-outpost-india-tharangambadi/index.html