Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russiskt stríðsflogfar skjeyt við vilja eftir bretskum eftirlitsflogfari í 2022

Upprunaliga varð sagt, at talan var um teknisk brek, men tríggjar keldur hjá BBC vilja nú vera við, at russiska flogfarið skjeyt eftir bretska flogfarinum við vilja

Ein hending við Svartahavið í 2022 hevði við sær, at eitt russiskt stríðsflogfar royndi at skjóta niður eitt bretskt eftirlitsflogfar.

Hóast almenna frágreiðingin tá var, at tvær rakettir vórðu sleptar nærhendis bretska flogfarinum  orsakað av tekniskum breki, vilja tríggjar keldur hjá BBC nú vera við, at rakettirnar vórðu skotnar við vilja móti bretska flogfarinum.

Talan er um eina hending 29. September í fjør, har eitt bretskt Rivet Joint eftirlitsflogfar fleyg yvir Svartahavinum og møtti tveimum russiskum SU-27 stríðsflogførum.

Annað stríðsflogfarið skjeyt eina rakett eftir bretska flogfarinum, men rakettin læsti ongantíð á bretska flogfarið og fleyg tí framvið.

Sambært BBC hevur bretska fregnarapparatið upptøkur av samskiftinum millum russisku flogskipararnar og russisku herstøðina, og upptøkurnar siga, at annar av flogskiparunum bannar eftir hinum og spyr, hvat hann ger.

Hóast hetta skjýtur fyrri flogskiparin eina rakett aftrat, men sambært keldunum hjá BBC fór hendan rakettin ongantíð á flog og datt ístaðin til jarðar.

Sambært keldunum hjá BBC varð skotið eftir bretska flogfarinum orsakað av einari misskiljing millum annan russiska flogskiparan og russisku hernaðarstøðina, har flogskiparin helt, at hann hevði fingið grønt ljós at skjóta eftir bretunum, hóast hann ikki hevði tað.

Hetta er tekin um óprofessionlismu í russiska flogvápninum, siga keldurnar við BBC, tí vanliga skal málbrúkið í sambandi við tílíkar flúgvingar vera púra greitt, soleiðis at ongar misskiljingar kunnu standast.

Rivet Joint flogfarið, ið hevur manning upp til 30 fólk, hevur útgerð til at lofta ymiskum samskifti, og av somu orsøk hevur manningin umborð á Rivet Joint flogfarinum ivaleyst hoyrt, at tosað hevur verið um at skjóta teir niður.

Les eisini...  Vatnhamar brøðurnir: Gott at sleppa í vetrarferiu við einum góðum úrsliti

Russiska frágreiðingin frá hendingini vildi vera við, at talan var um tekniskt brek, og táverandi bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, segði, at bretska stjórnin góðtók frágreiðingina.