Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spyr hvat royndarverkætlanin við styttri skúladegi skal brúkast til

Tað er fyrispurningurin til landsstýrismannin við skúlamálum, sum Sólvit E. Nolsø hevur sett honum

– Hvat skal royndarverkætlanin við styttri skúladegi brúkast til?

Tað vil løgtingsmaðurin fyri Framsókn, Sólvit E. Nolsø, hava landsstýrismannin við skúlamálum, Djóna Nolsøe Joensen, at svara. Í farnu viku setti hann landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning eftir § 52 í tingskipanini.

Í viðmerkingunum til spurningin skrivar Sólvit E. Nolsøe, at:

“Ein royndarskipan verður roynd á Skúlanum á Fløtum við styttri skúladegi. Skipanin er í samsvari við ætlanirnar hjá samgonguni og tilmælið frá arbeiðsbólki um fólkaskúlan. Tað er skilagott at royna, og helst kemur tað næminginum til góða at stytta skúladagin.

Tó eru nakrir spurningar, sum kunnu viðgerast. Landsstýrismaðurin hevur verið í miðlunum og tosað um verkætlanina, og hvussu hon er ein liður í arbeiðinum at stytta skúladagin sum heild og ikki bara sum eina roynd. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt landsstýrismannin greitt frá, hvørjum hann ítøkiliga hyggur at við hesi verkætlanini, og hvørji mál skulu verða nádd, fyri at verkætlanin skal eydnast. Eisini er givið, at tá skúladagurin verður styttur, verða tímar, sum leypa av hjá lærarum. Verða hesir tímar t.d. brúktir aðrastaðni í skúlanum, ella kann hugsast, at fígging nú kann finnast til onnur átøk í fólkaskúlanum, sum samgongan hevur sett sær fyri.

At enda kundi verið áhugavert at hoyrt um gongdina í málinum, og hvussu samskiftið millum ráðið og skúlan hevur verið, og um nakrar treytir vórðu settar skúlanum, tá skipanin varð góðkend. Til dømis eru nú færri tímar í mállærugreinum; er tað ein avgerð, sum skúlin einsamallur hevur tikið, ella hevur landsstýrismaðurin arbeitt við skúlanum í smálutunum í skipanini”.

Spurningarnir, sum løgtingsmaðurin fyri Framsókn vil hava svaraðar, eru hesir:

Les eisini...  Fríði skal umboða Føroyar

1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at brúka royndarverkætlanina við styttri skúladegi til?

2. Hvussu verða tímarnir í yvirskoti brúktir?

3. Setti landsstýrismaðurin nøkur krøv til skúlan, tá royndarskipanin varð góðkend, ella hevur skúlin einsamallur snikkað skipanina saman?