Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinkingar á Suðuroyarleiðini

Smyril siglir vestanfyri í dag, og hetta hevur við sær seinkingar, sigur Strandferðslan

Veðrið øtlar seinnapartin í dag, og longu nú er nógvur vindur ymsastaðni í landinum.

Av somu orsøk siglir Smyril vestanfyri í dag, og tí kunnu væntast seinkingar á suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan.

Framvegis eru ikki aðrar seinkingar ella avlýsingar hjá Strandferðsluni orsakað av veðrinum, men í sambandi við graviarbeiði fyri portalinum til Dalstunnilin, verða allir túrar á leið 601 til og úr Dali og Húsavík tilkallingstúrar, so leingi arbeiðið fer fram, sigur Strandferðslan.