Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

1.770 føroyingar hava fingið ókeypis sálarfrøðihjálp

Higartil hava 1.770 føroyingar fingið hjálp frá skipanini við ókeypis sálarfrøðihjálp. Skipanin fer eftir ætlan úr gildi 31. oktober í ár, og støða er ikki tikin til, hvat skal henda frameftir

Higartil hava 1.770 ávísingar verið til skipanina við ókeypis sálarfrøðihjálp, og tilsamans hava 12.200 viðtalur verið framdar.

Hetta vísa tøl hjá Heilsumálaráðnum.

Talan er um eina royndarskipan, ið varð sett í verk á vári í 2021 og sum fer úr gildi 31. oktober í ár.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at skipanin er eftirmett, og at eftirmetingin hevur víst, at tørvur er á skipnini, og at fleiri í málbólkinum, sum er millum 15 og 35 ár, hava havt góða úrtøku úr viðgerðini.

Skipanin hevur tó havt avbjóðingar, millum at visitatiónin hevur verið og breið í mun til málbólkin, samstundis sum at útjaðaraøkini – og serliga Suðuroy – liggja lutfalsliga lægri, tá hugt verður eftir ávísingum til skipanina.

Eisini hevur royndarskipanin víst seg at vera dýrari enn upprunaliga mett.
Landsstýriskvinnan upplýsir tó ikki, júst hvussu nógv, skipanin hevur kostað.

Støða er ikki tikin til, hvussu skipanin skal virka frameftir, og ella um aldursbólkurin skal broytast, men landsstýriskvinnan ætlar at boða frá hesum í næstum.