Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup og Maria framvegis vanligastu nøvnini

Hóast tað broytist, hvat føroysk foreldur velja at kalla børn síni, eru Jákup og Maria framvegis vanligastu nøvnini í Føroyum

Jákup og Maria eru framvegis tey vanligastu nøvnini í Føroyum.

Hagstovan hevur í dag eina uppgerð yvir vanligastu nøvnini, ið børn, fødd í fjør, hava fingið.

Samstundis ger Hagstovan greitt, at hóast nøvnini broytast nógv ár um ár, so eru Jákup og Maria framvegis tey vanligastu nøvnini í Føroyum.

Tað eru 316 mannfólk í Føroyum, sum eita Jákup, og aftrat Jákupi eru Jógvan, Rúni, Høgni og Bárður eisini millum vanligastu mannfólkanøvn.

Navnið Jónas er kortini nýtt á listanum yvir 10 tey mest vanligu dreingjanøvnini. Í 1992 var Jónas 494. mest vanliga mannfólkanavnið í Føroyum, men í fjør var tað 9. mest vanliga navnið. Tá itu 170 mannfólk Jónas.

272 konufólk í Føroyum eita Maria, og aftrat navninum Maria eru Anna, Annika, Katrin og Beinta eisini millum vanligastu kvinnunøvnini.

Listin yvir 10 tey mest vanligu kvinnunøvnini er so at siga óbroyttur seinastu 30 árini. Einasta broytingin er, at navnið Súsanna er skift út við nøvnini Hanna og Lív, sum bæði eru á 10. plássi.