Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hótti við at almannakunngera myndir

Løgreglan kannar málið

Tað kemur meira enn so fyri seg, at fólk verða hótt um at gjalda loysigjald fyri, at myndir av teimum ikki verða almannakunngjørdar.

Í síðstu viku var eitt tílíkt mál, og løgreglan sigur í morgun, at tey aftur í gjár hava fingið eitt mál um hendi, har ein ungur maður er hóttir eftir loysigjaldi upp á 1.000 amerikanskar dollarar frá onkrum á netinum, sum ungi føroyingurin hevði samskift við í eina tíð, fyri ikki at almannakunngera nakrar myndir av unga manninum fyri vinfólki og kenningum.

Tað skriva dimma.fo.

Maðurin vendi sær til løgregluna, fyri at melda málið, og hann greiddi frá, at talan var um myndir, sum hann ikki vildi, at onnur skulu síggja – og av tí sama hevði hann ongantíð sent hesar myndir. Tí helt maðurin, at talan kundi vera um, at onkur hevði hakkað seg inn á hansara teldu, og sostatt fingið fatur á myndunum.

Løgreglan kannar nú málið, men Føroya Politi hevur ikki góðar vónir at finna fram til rætta viðkomandi, eftirsum alt hetta hevur gingið fyri seg á netinum.

Føroya Politi heitir í hesum sambandi á fólk, um at hugsa seg væl um, hvørjar myndir fólk hava liggjandi á talgildum pallum, og at fólk javnan skifta síni loyniorð út.