Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrstu F-35 flogførini komin til Danmarkar

Fýra tey fyrstu av teimum 21 F-35 flogførunum, sum Danmark hevur keypt, lendu í Danmark í gjár

Seinnapartin í gjár komu fyrstu donsku F-35 stríðsflogførini til Danmarkar.

Bíðitíðin hevur verið verið lang, men seinnapartin í gjár lendu fýra amerikanskt framleidd F-35 stríðsflogfør á Flyvestation Skrydstrup  nærhendis Vojens, og fyrsta flogfarið, ið lendi, hevði danskan flogskipara, skrivar DR.

Hesin flogskiparin hevur seinastu tvey árini verið instruktørur í Luke Air Force Base í Arizona, har millum annað danskir og hollendskir flogskiparar hava fingið frálæru í at flúgva í F-35 stríðsflogførum.

Ætlanin er, at F-35 stríðsflogførini skulu loysa F-16 flogførini av, sum danska loftvápnið hevur brúkt seinastu nógvu árini.

Tilsamans hevur danska loftvápnið ognað sær 21 F-35 flogfør, og higartil eru 10 teirra klár. Fýra eru altso komin til Danmarkar, meðan seks vera verðandi í USA, har tey skulu nýtast sum partur av undirvísingini at flúgva F-35 flogfør.

Tað er amerikanski vápna- og flogfarframleiðarin Lockheed Martin, sum hevur staðið fyri menningini av F-35 flogførunum, og júst F-35 flogførini vóru fyri hvøssum atfinningum í USA, bæði orsakað av seinkingum og sprongdum játtanum. 

Men fyri tey, ið skulu keypa F-35 flogførini, er talan um eina rættiliga stóra uppstigan av loftkapasiteti, tí F-35 flogførini eru á tremur við nýggjastu tøknini.

Millum annað hevur F-35 framkomna sensor- og radartøkni, ið kann síggja rættiliga stór øki og senda nágreiniliga kunning um fíggindar og hvar hesir eru til hernaðarstøðina.

Eisini hevur F-35 framkomið snið og tøkni, sum ger, at tað er torført at síggja F-35 á radara. 

Eftir ætlan koma seinastu av nýggju F-35 flogførunum til Danmarkar á heysti næsta ár, og danska stjórnin hevur gjørt av at lata 19 av gomlu F-16 flogførunum til Ukraina.

Les eisini...  Stórt vónbrot hjá Víkingi í Europa Conference League

Upprunaliga vórðu settar 16 milliardir av til keypið av F-35 stríðsflogførunum, men sambæt DR hevur tað síðani víst seg, at tey verða nakað bíligari.