Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Livar: Undirtøka var ikki fyri at halda fram

Livar Nysted og manningin umborð á Hermione eru givnir at rógva, hóast Livar og nakrir mans høvdu hug at halda fram

– Tað er við tungum hjarta, at hesin túrurin við árabáti er komin at enda.

Soleiðis byrjar Livar Nysted at siga í einum videobroti, sum hann hevur postað á sínum Facebook-vanga.

Í gjárkvøldið boðaði Livar Nysted frá, at teir eru givnir at rógva á útnyrðingsleiðini norðurum Norðuramerika og vestur í Íshavnið, tí boðað er frá vánaligum veðri á leiðini.

Hóast manningin á Hermione nú gevst, so vóru nakrir av manningini – harímillum Livar Nysted – sum høvdu hug at halda fram, men av tí at eitt fleirtal av manningini ikki helt, at tað var ráðiligt at halda fram, so eru teir nú givnir at rógva og venda aftur til Cambridge Bay.

– Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur, at gera júst hesa ferðina, so at góðtaka hesa støðuna, sum nú er íkomin, er ikki so lætt hjá mær at góðtaka, sigur Livar Nysted.

Tað vóru gott og væl 700 fjórðingar eftir at rógva – eitt sindur meira enn frá Føroyum til Danmarkar, áðrenn teir komu til Íshavið, men nú helt meginparturin av manningini, at tíð var at gevast, tí tað var blivið ein spurningur um trygd.

Hóast Livar ikki heilt er samdur við hesum, so verður báturin nú lagdur fyri veturin, og so verður kanska ein nýggj roynd gjørd í næsta ár, men Livar sigur, at hann enn ikki hevur tikið avgerð um, hvørt hann skal vera við komandi ár ella ikki.

Tað var fyri umleið einum mánað síðan, at Livar og manningin á Hermione fóru úr Ný Fundlandi, har útnyrðingsleiðin, sum er siglingarleiðin úr Atlantshavi til Kyrrahavs norður um Amerika, skuldi rógvast.

Les eisini...  Ince fyrsti litti liðskiparin hjá Onglandi