Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smyril avlýsir tveir túrar komandi tvær vikurnar

Neyðugt er at gera dagføringar umborð á Smyrli, og tí verða tveir túrar avlýstir komandi vikurnar

Neyðugt verður at avlýsa tveir túrar hjá Smyrli komandi tvær vikurnar, tí neyðugt er at gera dagføringar umborð.

Hetta sigur Strandferðslan í dag.

Túrarnir, ið verða avlýstir, eru 21. september klokkan 8:45 av Havnini og 11:30 av Krambatanga, og 28. september klokkan 8:45 av Havnini og 11:30 av Krambatanga.

Um dagføringarnar sigur Strandferðslan, at talan er um dagføring av MES-støðunum umborð.

MES stendur fyri Marine Evacuation Systems, so hetta snýr seg um tað, ið hevur við bjargingarbátar og at sleppa sær av skipinum at gera.

Harumframt sigur Strandferðslan, at ferðafólkatalið umborð lækkar úr 975 niður í 543 ferðafólk.