Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Svenska mótstøðuliðið hjá KÍ merkir avleiðingarnar av øktum terrorhóttanum

BK Häcken velur, at gera eina røð av broytingum á heimavøllinum, Bravida Arena, orsakað av øktum terrorhóttanum í landinum.

Talið av terrorhóttanum í Svøríki er voksið og avleiðingarnar fylgja nú gamla Champions League mótstøðuliðnum hjá KÍ, BK Häcken.

Svensku meistaranir hava framt broytingar í teirra tænastu- og trygdararbeiði á Bravida Arena, ið er heimavøllur felagsins.

Fótbóltsfelagið arbeiðir fyri, at tryggja góðar karmar og upplivingar hjá áskoðarafjøldini í torførum tíðum.

– BK Häcken vil økja um eftirlitið við allar inndyrar. Hetta við, at hækka úrvalstreytir hjá øllum vitjandi.

– Fyri at hetta ikki skal ávirka bíðirøðirnar við leikvøllin, opnar Bravida Arena 75 minuttir undan dystarbyrjan tá mennirnar leika. Vit mæla øllum til at møta í góðari tíð, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

BK Häcken hevur valt slíkar loysnir, við vón um betra upplivingarnar á Bravida Arena, hetta við at økja um tænastu- og trygdarviðurskifti.

Neyðtørviligt í slíkum tíðum

Feløgini í Allsvenska og Superettan hava fingið eina røð av viðmælingum frá fótbóltssambandinum, orsakað av núverandi støðuni í landinum.

– Einstaka felagið hevur ábyrgd og skyldu til at verka. Í samstarvi við myndugleikunum, koma øll feløg at taka avgerðir og gera neyðugar broytingar, ið eru viðkomandi fyri teirra tiltøk.

– Hetta er neyðugt í hesum tíðum í Svøríki, sigur Per Eliasen, formaður í dystarnevndini hjá fótbóltssambandinum við Fotbollskanalen.

Svøríki hevur økt um trygdarstøði í landinum seinastu tíðina.

Hetta er partvís orsakað av, at Svøríki verður tulkað sum ein “Islamsk-fígginda” tjóð, eftir eina røð av koran-avbrenningum, hevur svenska trygdareftirlitið fyrr úttalað.