Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Johan spyr hvat hendir við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík

Í juli mánaða í 2022 stóð Sjódepilin hjá Fiskaaling til almenna sølu, men enn er bygningurin ikki seldur

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er farin at ótolnast, hvat hendir í løtuni við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík.

Tí hevur hann nú sett fram ein skrivligan fyrispurning til avvarðandi landsstýrismann á økinum, Høgna Hoydal, eftir § 52a í Tingskipanini, har Johan vísir á, at í juli mánaða í 2022 stóð Sjódepilin hjá Fiskaaling til almenna sølu, men enn er bygningurin ikki seldur.

Eisini vil Johan hava at vita, hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa bygningin ella um aðrar møguleikar eru við bygninginum.

Sjódepilin hjá P/F Fiskaaling í Nesvík hevði millum annað til endamáls at gera royndir við toski, kalva og øðrum fiskasløgum.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Johan Dahl, at “bygningurin stendur við streymasjógv, og tí kann sjógvur pumpast upp til at gera royndir við yngli o.ø. Gjørdar eru stórar íløgur gjøgnum tíðirnar í Sjódepilin í Nesvík, og stór virði standa í løtuni óbrúkt uttan nakra ætlan fyri bygningin. Tí verður hesin fyrispurningur settur”, skrivar tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.