Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna: Parkeringsforboð verður endurskoðað

Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin í farnu viku, er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkeringsbásarnar

Eftir at umleið 30 pensjónistar fingu parkeringsbót, eftir at bilar teirra vóru parkeraðir kring Gundadal – í samband við at Pensionistafelagið í Havn og Landsfelag Pensjónista hevði eldradag í Dansifrøi seinasta leygardag – er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkeringsbásarnar.

Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.

Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali. Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.

Tórshavnar kommuna hevur í dag verið í sambandi við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali.

Á fundi í komandi viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, ið eru skrivaðar í økinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.