Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dánjal: fyrsta málið var eitt tunt brotsspark og annað málið var hondbóltur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum trimum málunum, ið 07 Vestur skoraði í 3-0 sigrinum á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði. Hoyr eisini Jóhan taka stutt samanum dystin. Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við veteranin hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni sum heldur, at fyrsta málið var eitt tunt brotsspark og annað málið var hondbóltur. Nakað øll onnur sóu, ið vóru stødd í Fløtugerði, sambært Dánjali. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við Daniel Obbekjær, liðskipara hjá 07 Vestur, ið hinvegin heldur, at 07 Vestur vann ein fult uppibornan sigur.

Myndir: Trygvi Absalonsen