Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Filip fegnast um sigurin – men iðrar seg um at hann ikki fekk hattrick

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum AB skoraði í 3-0 sigrinum á TB inni í Vika á Argjum. Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við tvímálsskjúttan hjá AB, Filip í Liða sum fegnast um sigurin og fegnast um at skjóta mál í Betrideildini aftur aftaná langa skaðafráveru, men hann iðrar seg um ein offside-dóm, ið kostaði honum eitt hattrick í dag. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við hjálparvenjaran hjá TB, Karl Øster sum kundi staðfesta bratta mótbrekku frá byrjan av, har fasti málverjin, Anders Hoff mátti skiftast út beinavegin, og so fær TB mál ímóti sær beinavegin, og fær ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki.

Myndir: Óli G. Samuelsen