Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan: Ein góður 3-0 sigur men ikki tað besta leikliga avrikið

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Róa Olsen siga frá teimum trimum málunum B36 skoraði í 3-0 sigrinum á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hoyr Róa taka samanum dystin, ið hann nevnir ein uppibornan sigur til B36. Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen, ið staðfestir, at hóast EB/Streymur er sjey stig røttumegin niðurflytingarstrikuna, so mugu nøkur stig koma á kontuna aftrat áðrenn sundalagsmenn kunnu kenna seg tryggar. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum er fegin um 3-0 sigurin, men heldur ikki, at talan var um besta leikliga avrikið hjá B36.

Myndir: Trygvi Absalonsen