Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Beinir Johannesen hjá Team Klaksvík um báðar dystirnar Team Klaksvík spældi í Europa Cup kappingini móti Sloboda Tulza, ið Team Klaksvík tapti 19-30 og 18-23. Talan gjørdist um fyrstu evropeisku dystirnar í søguni hjá Team Klaksvík. Talan var um eina kærkomna avbjóðing hjá Team Klaksvík áðrenn farið verður í holt við kappingarárið í Føroyum.
Mynd: Team Klaksvík
