Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vanligasta húskið í Føroyum er ein einsamallur vaksin

Vanligasta slagi av húski í Føroyum er ein vaksin, ið býr einsamallur, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni

Mest vanliga húskið í Føroyum er eitt húski við einum vaksnum, sum livir einsamalt.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at tað er 4.986 húski við einum einsamallum vaksnum. Næstvanligasta húskið er eitt húski við tveimum vaksnum uttan børn, meðan tað triðvanligasta húskið er eitt húski við trimum ella fleiri vaksnum uttan børn. Tey húskini eru ávíkavist 4.692 og 2.687 í tali.

Uppgerðin hjá Hagstovuni býtir húski við tveimum vaksnumvið børnum í tveir bólkar: tey, sum hava børn undir fimm ár, og tey, sum hava børn millum seks og 18 ár. Tilsamans eru 3.629 húski tveimum vaksnum við børnum.

Í Føroyum eru 642 húski við einum vaksnum við børnum.

Hyggja vit aftureftir tey seinastu 12 árini síggja vit, at tað var vanligari at eitt húski hevði tvey vaksin og eingi børn, meðan síðan 2019 hevur talið á húskjum, har tað bert er ein vaksin, yvirhálað.

Talið á húskjum hevur annars verið støðugt vaksandi seinastu árini, og í dag eru næstan 3.000 fleiri húski, enn tað vóru um sama mundi í 2010.

Nógv tey flestu húskini eru í Havn, har tað eru 7.977 húski, og næstflest húski eru í Eysturoy, har tey eru 4.098. Síðani koma Norðuroyggjar við 2.188 húskjum.

Landafrøðiliga økið við fægst húskjum er á Sandoy, Skúvoy og Dímun, har tað bert eru 495 húski.