Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Airbnb-gestir fingu óbodnan gest á gátt

Ein drukkin maður hevði trupulleikar við at finna heim

Nøkur ferðafólk, sum høvdu leigað eini Airbnb-hús í miðbýnum í Havn, fingu ein lítlan skelk í gjárkvøldið, tá ein heldur drukkin maður kom á gátt hjá teimum og fekst ikki út aftur.

Hetta var um hálvgum sjey-tíðina í gjárkvøldið.

Airbnb-gestirnir visti ikki annað at gera, enn at ringja eftir løgregluni um hjálp – at fáa óbodna gestin út aftur.

Løgreglan sendi eina patrulju avstað, og tað vísti seg skjótt, at maðurin var so drukkin, at hann hevði trupult við at finna heim til sín sjálvs.

Tað var ikki so nógv annað, ið løgreglan hevði á tapetinum júst tá, so løgreglufólkini avgjørdu at fáa mannin inn í bilin, og koyrdu so mannin heim til sín egna bústað. Meira verður ikki gjørt við hetta málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.