Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

17 føroyingar eru seinastu fimm árini útgreinaðir í sambandi við kynsviðgerð

Seinastu fimm árini eru 17 fólk farin til útgreiningar á Center for Kønsidentitet, men tað ber ikki til at siga, hvussu nógv teirra eru farin undir viðgerð fyri kynsskifti, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum

Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv av teimum 17 fólkunum, sum seinastu fimm árini eru farin til útgreiningar á Center for Kønsidentitet, eru endað við at fara undir viðgerð fyri kynsskifti.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

Tað var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum í grein 52 fyrispurningi vildi vita, hvussu nógv teirra hava fingið viðgerð fyri kynsskifti – antin hormonella viðgerð ella skurðviðgerð.

Jenis av Rana vildi eisini hava at vita, hví sjúkrahúsverkið sendir tað, sum hann kallar frísk fólk av landinum til viðgerðar, og hvar heimildin til hetta er.

Harumframt vildi Jenis av Rana hava at vita, hvat hesar kanningarnar og viðgerðirnar hava kostað, og hvat aldursbýtið er fyri tey, ið eru farin til útgreiningar á Center for Kønsidentitet.

Landsstýriskvinnan ger greitt, at tað eru 17 fólk farin til Danmarkar seinastu fimm árini til útgreiningar, men at tað ber ikki til at siga, hvussu nógv teirra eru farin í kynsviðgerð.

Talan er um viðkvæmar upplýsingar, samstundis sum at talið á teimum, sum eru sett í viðgerð er sera lágt, og tað kann soleiðis verða lætt at eyðmerkja tey. Tí verður ikki mett, at lógarheimild er fyri at kunngera tílíkar upplýsingar.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at Sjúkrahúsverkið fremur ymiskar kanningar og viðgerðir, har ikki verður mett, at viðkomandi er sjúkur – til dømis burðarhjálp og mammografi kanningar, og at sjúkrahúsverkið sendir fólk til kynsútgreiningar á tí grundarlagið, sum er upplivingin hjá tí einstaka av at kenna ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni.

Heilsufakliga uppgávan er fyrst og fremst at kanna, í hvussu stóran mun hetta ávirkar tann einstaka og meta um tað er grundarlag fyri medisinskari viðgerð ella skurðviðgerð í sjúkrahúsverkinum, sigur Margit Stórá og leggur aftrat, at heimildin til hetta er at finna í grein fimm í sjúkrahúslógini, sum sigur, at persónar, ið búgva her í landinum, hava rætt til ókeypis viðgerð frá Sjúkrahúsverkinum. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd í samsvari við tær av visitantiónsnevndini givnu leiðreglum.

Les eisini...  Landsverk skal nú binda seg til linjuføring til Gøtudalstunnilin

Um kostnaðin fyri hesar útgreiningarnar sigur Landsstýriskvinnan, at mett verður, at hetta hevur kostað umleið 170.000 krónur fyri seinastu fimm árini ella umleið 34.000 krónur um árið. Í hesum kostnaðinum er eisini ferð og uppihald.

Kostnaður fyri møguliga viðgerð er kortini ikki roknaður uppí.

Av teimum 17, sum hava verið til útgreining á Center for Kønsidentitet, var umleið ein triðingur menn og tveir triðingar kvinnur. Tey vóru øll í aldrinum 18-34 ár, tá tey vóru til fyrstu viðtalu í sambandi við útgreiningina í Danmark, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.