Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stríðið í Onglandi

5. umfar í Premier League er framvegis í gongd og tað er framvegis tætt í toppinum. Manchester City eru klárir favorittar til, at gerast meistarar enn einaferð, hóast Tottenham, Liverpool og Arsenal eru væl við.

Í kvøld fara Nottingham Forest og Burnley í eldin. Dysturin verður kl. 19:45 á City Ground í Nottingham. Uppflytarin úr Burnley hevur havt eina torføra byrjan. Championship vinnaranir við kenda, Vincent Kompany á odda hava tað trupult í løtuni. Liðið liggur á 19. plássi við 0 stigum. Heimaliðið úr Nottingham er komið væl frá byrjan. Teir hava megnað, at fingið 6 stig av 12 møguligum og The Tricky Trees eru eisini favorittar til, at vinna hendan dystin.

Tað er framvegis tætt í toppinum og City heldur fram við stórspæli eins og teir gjørdu undan landsliðssteðgin. Arsenal, ið lá nummar eitt ein stóran part av árinum í fjør sær út til, at hava funnið stevið aftur í ár. Í gjár fór London-felagið til Merseyside at vitja og prógvaðu, at teir eisini kunnu fáa stig við heim, í truplum umstøðum.

Tottenham Hotspur, við nýggja venjaranum, Ange Postecoglou, hava funnið samleikan aftur og leika endiliga fótbólt aftur, ið viðhaldsfólkið kunnu fegnast yvir.

Hinumegin Manchester, har teir reyðu djevlarnir halda til, sær verri út. Viðhaldsfólk og ekspertar seta stór spurnartekin við bæði venjara, hóp og leiðslu. Stórkeypini hava ikki verið nøktandi og eftir flotta avrikið seinasta ár, eru flest ovfarin av gongdini higartil í ár.

Chelsea stendur í líknandi støðu. Mauricio Pochettino stendur við rórið og eigarin, Todd Boehly nýtir síni ovurstóru keypskraft til, at styrkja um hópin. Hóast nógvar nýggjar profilar, stendur Chelsea eftir við 5 stigum eftir fimm dystir.

Champions League bólkaspælið byrjar hesa vikuna. Arsenal, Newcastle, Manchester City og Manchester United eru við úr Onglandi. Tað verður sera spennandi at fylgja við, hvussu hetta kemur at ávirka feløgini í heimligu kappingini.